VITRA gevst

Bókapallurin VITRA, sum Sprotin stovnaði í 2011 letur aftur. Orsøkin til stigið er, at alt ov fáar e-bøkur koma út á føroyskum. Tískil er ikki neyðugt við einum felags palli.

Vit harmast sjálvandi, at tað ikki koma fleiri føroyskar e-bøkur út, og vilja illa sleppa tankanum við Vitru, tí fer Rit & Rák við Kára Árting at halda fram við virkseminum. Virksemið er flutt til ritograk.fo

Annars halda vit í Sprotanum fram at geva okkara útgávur út sum e- og ljóðbøkur, og hesar kunnu sjálvandi eisini keypast á sprotin.fo.